Mítt lív Eg fyri teg á krossins træi gav

Orð og lag: Frances R. Havergal
Týtt: Edmund í Garði

1. Mítt lív Eg fyri teg á krossins træi gav,
eg vildi bjarga tær úr synd og deyðans kav’.
Mítt lív, Mítt lív tað gav Eg tær,
– men tú, hvat gavst tú Mær?

2. Míns Faðirs ljósu búð og himnasælan frið,
á Míni foldarferð Eg mátti sakna við!
Eg fór frá øllum fyri teg,
– hvat gerst tú fyri Meg?

3. Eg leið nógv fyri teg, meir enn tú fata kann;
og heimsins synd Eg bar, Mítt blóð á krossi rann!
Eg bar, ja, bar alt fyri teg,
– hvat bert tú fyri Meg?

4. So hevði Eg til tín frá Faðir Mínum við,
ein ríkan dýrdargrip av náði og av frið!
Ein sælan arv Eg beri tær,
– hvat vilt tú bera Mær?

5. Á, sál, gev Guði alt títt lív og tíni ár!
Slepp heimsins gleði nú, hon ber tær sakn og sár!
Gev Jesusi nú sjálvan teg,
so greiðir Hann tín veg!

FavoriteLoadingGoym tekstin