Mítt Ljós

Orð: Petur Háberg Jacobsen og Steintór Rasmussen
Lag: Petur Háberg Jacobsen

Eg seti meg taki mær eitt blað onki nýtt í tí
havi lisið tað og sæð tað í dag.
Tíðarleyst er og dagurin svann eg í náttini mældi
tó einki har fann – mítt ljós niðurbrann

Veitst tú hvat tað er hvat lívið inniber
er meining við øllum her?
Alt tað sum tú gav hvar blívir tað nú av
tá dagur fer í kav

Mær leingist út og eg vil avstað leitandi framm
til ein nýggjan dag á ferð í hesi verð.
Tí ofta eg móti tíðini rann og ongantíð friðin
í sinninum fann – mítt ljós niðurbrann

Veitst tú hvat tað er hvat lívið inniber
er meining við øllum her?
Alt tað sum tú gav hvar blívir tað nú av
tá dagur fer í kav

Á vegnum har – har sum lívið lær møtti eg tær
sum gav mær eitt svar í øllum tí sum var.
Og tú kvæð eitt heimligt lag í tí fjálgu lon,
tá ið kvøldið kom – mítt ljós aftur brann

Veit nú hvat tað er hvat lívið inniber
ein meining er – við hesi verð 
Er lívið ikki gott tó hvørvur áðrenn nátt
so brátt fer alt um gátt

FavoriteLoadingGoym tekstin