Mítt reysta móðurland

Til undirfagrar líðir og reystan fjallatind
í nátt mín hugur flýgur – eg elski hesa mynd –
har morgunsól sær leskar í svalu náttardøgg,
og áarløkur teskar – duet við veitarløgg.

Og stinnu sterku oyggjar – mín væna dreymaverð –
sum brúðarskrýddar moyggjar, tá kavaklætt alt er.
Mót’ himnadýpi bláa seg hevja tindar hátt,
teir gyltu krúnu fáa av norðlýsi á nátt.

Náttúran mangan unti ei tykkum róð og rast,
væl brotasjógvar muntu – og nívdi bergið fast,
enn stinnur stendur klettur – ‘mót báru bringu ber,
og tá eitt sinn hann dettur – tann næsti fyri er.

Tó eftir himnaódnir og grunnbrot – hvørjaferð
tá av aftur tað tornar – nógv vakrari tú er.
Ein sælur friðarstaður, sum veitir sínum skjól,
tað sanna man hvør maður og kvinna, sum tú ól.

Mót’ heimsins undurverkum kann setast tín nátúr –
við summarlitum sterkum – og tutl um fles og flúr.
Og veturshavsins veldi, tá brim ‘mót himni ber,
í sinnið fast seg negldi hjá tí, ið aldist her.

Ei býti eg við nakað mítt fagra fosturland –
men til mín vil tað taka – oss knýtir upphavsband.
Og ynski mítt skal ljóða alla, alla tíð,
skal Harrans signing góða á oyggjum hvíla blíð.

FavoriteLoadingGoym tekstin