Mítt vakra heim høgt móti norð

Rasmus Christoffer EffersøeChristoph Ernst Friedrich Weyse
Orð: Rasmus Effersøe
Lag 1: Hans Jacob Højgaard
Lag 2: Christoph Ernst Friedrich Weyse

1. Mítt vakra heim høgt móti norð
í havinum man finnast;
har lærdi eg tað dýra orð,
sum altíð eg vil minnast;
tað er tað dýra Føroya navn;
frá vøgguni til síðstu havn
:,: tað skal mín fylgja vera :,:

2. Har veksur ikki eik og fur,
ei búnast hveitiakrar,
men har við bjørg og gráu urð
tú finnur vøllir vakrar;
har grasið vakurt grógva man,
sum seyðin væl uppala kann,
:,: so har fullvæl hann trívist :,:

3. So ógvuligar aldur har
ímillum oyggja fara,
nógv livandi tú ferðast sær
ímillum sker og tara;
og fuglarnir um summartíð
við fjørð og sund og bratta líð
:,: ta deyðu jørð upplíva :,:

4. Ímeðan grasið vakurt grør,
og sjógvurin hann brúsar,
eg elski mína móðurjørð
og alt tað, sum hon húsar,
so leingi heitt mítt hjarta slær,
í Føroyum vil eg ynskja mær,
:,: tí her er gott at vera :,:

FavoriteLoadingGoym tekstin