Mjav, mjav, mjav

Lag: Syng, syng syng, músabróðir mín

Mjav, mjav, mjav
lítli miskur mín,
ikki skalt tú ræðast hundin,
sært tú ikki, hann er bundin?
Mjav, mjav, mjav
lítli miskur mín.

Lepp, lepp, lepp
lítli miskur mín.
Stakkalin, sum tú ert tystur,
kvika tær og ver nú fyrstur.
Lepp, lepp, lepp
lítli miskur mín.

FavoriteLoadingGoym tekstin