Mjørki í Havn

Orð og lag: Uni Arge

Mjørkin tekur aftur nú øll okkum í sín favn
ein lúður boðar skipum frá at her er gomul havn
sum smáir skuggar fólkini nú ragga sær avstað
tey síggja ikki út á fjørðin
hóma onki Glyvursnes í dag

Í urtagørðum døggin leggur seg á vøll og trø
og tungliga nú fegnast øll tey mongu tystu bløð
sum trøllakendir múrar hús og hæddir hevja seg
og lúðurin hann ljóðar enn
hann bjóðar øllum skipunum sín veg

Á hesum stað trívist eg
tí her kenni eg meg sum meg
her sló mítt hjarta fyrstu ferð
og hetta er enn mín verð
kann eg kanska nakrantíð flyta úr tí bý
sum eg havi valt at eg skal liva í

Áin tutlar allan vegin aldargamalt lag
og lærir tú at lurta væl tú hoyrir altíð tað
í kyrruni á vánni liggja bátar fyri teym
bilar hurra skip nú duna
sigla stillisliga í mín dreym

Tað svalir væl at ganga so ein mjørkafyltan dag
og áðrenn nakran varir sleppur mjørkin sær avstað
sólin dagar fram og aftur hesaferð hon sá
at býurin hann liggur har
hann druvar har sum hann jú altíð lá

Á hesum stað trívist eg
tí her kenni eg meg sum meg
her sló mítt hjarta fyrstu ferð
og hetta er enn mín verð
kann eg kanska nakrantíð flyta úr tí bý
sum eg havi valt at eg skal liva í

FavoriteLoadingGoym tekstin