MK-Ultra

Orð og lag: Swangah Dangah

Djúpt í eitt endaleyst hol, vendi orð.
Paranoia og terror, eg leggi á títt borð.
Mítt remedy lov, tú hooked, skrivi resept fyri score,
fólk keypt seg í sor,
mítt gift selt til kollektivt morð.
(Demon)
Inn í hugsjón, eg stýri tankagongd.
Mic-check sum heilatest, eg spýti til síðsta andadrátt.
LSD syraður, patientar á trip,
eingin grensa, mítt eksperiment gevur universinum panikk.
Í einsemi við penni, út til øll við øði.
Undir jørðini, foreiningin planlagt endan á søguni.
Swangah, mín agenda fer at venda øll í grøvini
og revsa følilsir. Lat meg tendra og fanga teg við røðuni.
Mikrofon í greb, eg bori kroniskt hol í teg,
rippi, sum hvíta snittið, heilatikið, fuckin’ stolið teg.
MK komið við boðskap, eri í zone’ini,
fróðskap til tjóðskap, Ground Zero blást í gronini.
Hond í reyv sum Kermit,
Puppet-service,
front figurar í ørviti.
Geri míni moves, so fuckin’ hvørvi eg.
Á hjørninum á Hell’s Kitchen, mixi sum Gottlieb,
toxic, sadistiskt. Tú sært, hvat eg eri í holt við.
Kontórið er underground, fylt við klór á veggunum,
krukkur við djórum og hjernum í flótandi veskum.
Manifesto, mín rímbók, top secret,
ultraviolet ljós tá eg lesi tekst upp,
stongt district.

Við hondini yvir býir og skýggj
Eg vendi verðina sum gleðina – smílið er mítt
Tað er her eg yvirdoyvi oyruni við ríki so blítt,
men stýri sum Bush í kríggj til mit 1950
Komplekst nýtt, meðan pínan er spísk og trýnið er lýst, við røddini so lítið er víst
hondteri psyko sum blýggj, roteri dýrið so flýggj’
Tað eru sýrir og slíkt í spýt sum kanylir við trýst,
eg heilavaski nervavrak yvir flowið av líkbylgjum
við knív’ á lívslinjuni sum dovnast á mínum fingrum
Rópi mítt ýl inn um ungdómin við rýmkynstrum,
ið bíta á tína meining við sýn frá príslinsum.
Eksperimenteri við menniskjum gjøgnum blinda sjón,
og finni ró i skrálandi drápinum til tey svimja í blóði
Men goymi minnið, yo, seriumorð á diashow
og tvingi at familjan skal vitna tað gjøgnum myndatól
(Neyðardýr) Vilst sál, leiddir út úr kirkjugongd,
lagt i hjernacellir har tankarnar doyggja á fyrstu nátt
Gloymdir sum munurin millum myrkt og nátt
innistongt, hidsidpropp! Grundin til minni pláss inni í frystiboks
Hypnosumetodir, ið skelka Manson
Í streyminum sjokeri mítt offur sum Ewan Camron
Phantom, cutthroat random sum tantrum
Runt mælir spælið, hvar peikar nálin við samplum?
Psycotic, deilt svakt so fleir’ ræddust
Suprise, praktist, nice rapp til meir’ slakting
Við Poison Yvi sum drop dead, men reint taktist
til mind kanning mín leið lagt á heimsmanning
Ja makt svangir sum fast vendir til rús
leggi alt i mínar hendur og hart spenni í knús
hatta ljósið í tínum tunli reflekterar mítt headset

“Next step” skil á rúsevnum sum x-merkt

FavoriteLoadingGoym tekstin