Móðirin í moldini

Faðirin og barnaflokkur
standa við ta grøv, ið goymir
móður teirra – undir fløgum
yndisligum summarblómum.

Yngsta barnið tekur stavin,
potar hann í heyggin niður;
faðir togar tað í knokkin :
Grav ei blómur upp, hann sigur.

Barnið svarar: Frykta ikki,
eg bert gravi holið hetta,
so at mamma hon kann okkum
sína hond úr moldum rætta!

FavoriteLoadingGoym tekstin