Móðurland vil eg teg kalla

Orð: Jóannes Patursson
Lag: Alexander Enniberg
Viðmerking: Yrktur eftir 50 ára starvsveitslu hjá sýslumanninum í Havn, har onkur hevði hildið røðu og biðið fólk rópa hurrá fyri móðurlandinum Danmark. Hetta vildi Jóannes Patursson ikki vera við til – og nógv blaðkjak stóðst av hesum tilburði.

1. Móðurland vil eg teg kalla,
føðilandið mítt!
Eg vil vera ævi alla
trygdarbarnið títt.
Móðurlandið! tær í favni
ungi alvi tín
rópti teg við hjartans navni:
einkarmamma mín.

2. Móðurlandið, móðurlandið,
Føroyar, ert tú mær.
Móðir mín! eg barnabandið
bindi fast at tær.
Ættarhugurin hann dregur
meg at elska teg;
einans tú sum móðir hevur
føtt og fostrað meg.

3. Lat, ja lat so aðrar siga,
at teir eiga tvær;
einkarmóðir! eg vil biðja,
einans ver tú mær!
Eina móður vil eg eiga
her á fríðu fold;
hon skal lak á barn sítt breiða,
tá tað legst í mold.

FavoriteLoadingGoym tekstin