Móðurmálið

Orð: Christian Matras
Lag: Regin Dahl
Viðmerking: Yrkingin vígd føroyskum studentum

1. Eg fann teg í kvæðum,
sum fólksins varrar
lyftu úr øld í øld,
eg fann teg í søgum og sagnatali,
har fólksins brøgd vóru tøld,
eg fann teg í mjúkum barnaljóði,
sum sungið varð vetrarkvøld.

2. Eg fann teg í orðum, sum møður mæltu
stákandi inni við eld,
eg fann teg í teimumh yggjuráðum,
í orðatøk vóru telgd,
eg fann teg í teimum føgru nøvnum
á fjøllu, áum og deld.

3. Eg fann teg hjá einsligum stórmennum,
ið festu teg fyrst á blað,
eg fann teg í tí væna ljóði,
sum skaldið um oyggjarnar kvað
– eg fann teg nú aftur, nú andi tín
teg loysa úr fjøtrum bað.

FavoriteLoadingGoym tekstin