Móðurmynd

Orð: Svenning av Lofti
Lag: Gunnar Mikkelsen (Dýrd á vík og vág)
Viðmerking: Svenning yrkti sangin í 1998, tá mamma hansara fylti 90 ár.

Móðurmyndin er
vakrast her í verð.
Bróstabarnið ongantíð hon gloymir,
tekur tað at sær,
trygt tað hvílir har
til tað burt í annan heim seg droymir.

Móðirin hon er
tann, sum munin ger
tá á barnaárum ilt kann hótta.
Stillar barnasinn,
kínir milt á kinn.
Barnið gloymir burtur allan ótta.

Kvæmi ungdómstíð,
móðir mild og blíð
fjálgaði og menti unga sinnið
til so við og við
styrktust lívsins stig.
Eygnustundir festu seg í minnið.

Nú er middagssól
farin handan hól,
andlit títt nú vesturskinið prýðir.
Ongantíð sum nú
yndislig ert tú.
Kvøldarroðin gyllir lívsins líðir.

FavoriteLoadingGoym tekstin