Móðurmynd

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Regin Dahl
Viðmerking: Yrktur í 1911.

1. Meg minnist, tá eg var lítil,
og móðir mín reiddi mær song
og kallaði meg sín góða,
sín óregerliga drong.

2. Trygt legði eg høvur á kodda,
og hon kom og setti seg
á songarstokkinum hjá mær:
“Kom, lat meg nú signa teg!”

3. So signaði hon meg um ennið,
yvir bringuna risti hon kross:
“Legg teg í Harrans hendur,
gev móður tíni ein koss!”

4. Slíkt rennur mær nú í huga,
nú náttin er myrk og long.
Móðir mín svevur í moldum.
Sjálvur eg reiði mær song.

FavoriteLoadingGoym tekstin