Moldblak

Orð og lag: Orka

Kasta við moldbløkum
Til máls
Eftir líkkistu

Liggja í rununi
gentur á rygginum
og gera einglar

Tvær kríggjast við moldbløkum
Kasta til máls
Eftir líkkistum

Tvær kappast at raka best
Eyrmenn standa fyri
borgarportrið

Tungt liggur torvið á lokinum
Dovið dukar deydningurin
undir

Bankar upp undir bjálkarnar
men kitlar bert einglarnar
undir iljunum

FavoriteLoadingGoym tekstin