So mong ein ætlan brestur her

Orð: Lida Shivers Leech
Lag: Adam Geibel
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Some day He’ll make it plain

1. So mong ein ætlan brestur her,
tí ivasamt er alt í verð.
Guds ætlan, sum mær ókend er,
skjótt ein dag eg skilja skal.

Niðurlag: Ein dag hann fer at vísa mær,
hvør stór Guds upphavsætlan var.
Tá eg hjá honum standi har,
til fulnar alt eg skilja skal.

2. Um ei eg skilji kærleik tann,
sum Guds, várs faðirs, hjarta vann,
at senda sonin – ofra hann –
skjótt ein dag eg skilja skal.

3. Ígjøgnum roynd sum tíðin fer,
mín muður honum lovsong ber.
Hví náði hans so stór mær er,
skjótt ein dag eg skilja skal.