So mong eru tey, sum ov seint munnu vakna

Orð: Ivar-Helge Bolsøe
Týtt: Kajfinn Hammer (ørindini 1-6) og Leon Joensen úr Sørvági (niðurlagið)

1. So mong eru tey, sum ov seint munnu vakna
í angist í glatunnarmyrkrið út slept,
tí tey søgdu nei til Guðs kallandi rødd,
vrakaðu Hann, sum tey dýrt hevði keypt!

Niðurlag: Alt, ið mær tørvar, er meira av Jesus,
alt, ið mær tørvar, er meira av Jesus!
Gev mær, o, Jesus, meira av Tær,
so ferðarbúgvin eg møta kann Tær!

2. Í syndanna myrkri eg var við at søkka,
tá sá eg í havsbrúnni ljós fyri stavn;
tað Ljósið var Jesus, Hann fann beint á vrakið,
úr undirgangsgrøv Hann meg førdi í havn.

3. Á, hugsa, av náði so kann eg við vera
ein teirra, sum lovsyngja Frelsarans Navn.
Og tá Hann kemur, so skal eg við vera
ein teirra, sum náa skal Dýrdanna Havn.

4. So mong bera navn av at vera ein kristin,
men eldurin, Andin er vikin frá teim!
Tá Jesus so kemur, tey tá standa eftir,
tí lampan var sloknað – tey funnu ei heim!

5. Á, varðveit meg, Jesus, frá tí heimsins anda,
tí anda, sum fangar mong kristin í dag!
Gev mær, o, Jesus, bert meira frá Tær;
halga mítt hjarta í kærleikans bað’!

6. Á, vinur mín, sig, hvussu livir tú lívið?
Yvir títt lív kanska sól fór í kav?
Á, tonk, hvør ein kvøl, um ov seint tú skalt vakna!
Kom tí til Jesus áðrenn dagur er av!

FavoriteLoadingGoym tekstin