Mong ganga tyngd

Jógvan við Keldu
Orð og lag: Jógvan við Keldu

Mong ganga tyngd í iva um alt,
trilvandi søkja, tað sum er fjalt.
Kenna seg gloymdan, fjónað og tøld.
– Lívsleiðin kennist køld.

Men ein dag eitt ljós varð kveikt fyri teg,
tá ið Kristus á Golgata gav seg.
Frið fingu friðleys, sorgartyngd glað.
– Nátt vend til bjartan dag!

Goyma tú kanst, tú ónøgdur er,
lata sum um, ei byrði tú ber.
Kanska tú nívdur, viðgongur ei
– tó ynskir Harrans leið.

FavoriteLoadingGoym tekstin