Mong í heiminum sorgarleys gloyma

Lag: Stephen C. Foster
Týtt: Victor Danielsen

1. Mong í heiminum sorgarleys gloyma,
hvussu stutt er vár ferð her á fold,
mong um eydnu og lívsgleði droyma,
til á børu tey leggjast í mold;
mangur sovnar í deyðanum tryggur,
trýr seg vera á beinastu leið,
sum, tá kroppur hans lívleysur liggur,
fær at síggja, Gud kennir hann ei.

2. Mangur lívið at enda er svikin,
heldur víst, at eitt gudsbarn hann er,
tó við streyminum sorgleysur rikin
hann ei syndini mótstøðu ger,
tó hann aldri til Harran sær vendi
og til sannleikans veg snúði sær,
tó ei trúnna, ið frelsir, hann kendi,
tó av nýggjum ei føddur hann var.

3. Mangur ungur læt hjarta sítt dára
av teim lystum, ið lívsvárið beyð;
skjótt í angur hann gramdi seg sára –
brátt hon følnaði, rósan so reyð.
Eg sum gamal til Gud skal mær venda!
Hugsar mangur, tá ungur hann er;
og so trýr hann, hitt besta skal henda –
trýr tað kanska, til ov seint tað er.

4. Ein er vegurin smalur, ein breiður;
nú, mín vinur, hvør vegur er tín?
Einans annar til Himmalin leiðir;
valið sett er til tín og til mín.
Enn í dag stendur alt til at bøta;
hoyr tí frelsunnar orðini greið!
Nú, júst nú er ein lagalig løta,
men í morgin – tað vita vit ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin