Mong ríkfólk miklan pening løgdu

Petur Jacob Sigvardsen
Orð: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Yrktur 11. desember 2003.

Mong ríkfólk miklan pening løgdu
í tempulkistuna ein dag
av yvirflóðini tey høvdu,
og fóru skundig so avstað.
Ein fátæk einkja oyru smá
hon legði tá í kistuna.

Við lærusveinar Jesus segði,
at henda kvinna alt sítt gav,
hon meira tí í kistu legði,
enn pening tann, ið bert leyp av.
Guds virðismát er ólíkt tí,
sum hámett verður heimi í.

Gud skoðar inn í sál og sinni,
hvørt minsta verk hann gjølla sær,
hann veit, hvat brann í hjarta inni,
tá gávu tú til hansar bar.
Ein skál av vatni gloymd ei er,
sum tú av tokka næsta ber.

Ei vildi Gud vár nakað spara
av kærleika til henda heim,
hann læt sín son í deyðan fara
at bjarga mannabørnum teim,
ið vilst øll vóru burt av leið,
og faðirhúsið funnu ei.

Lær okkum, Gud, tí glað at geva
av øllum tí, sum tú oss gav.
Í tínum verki trúføst streva,
til sólin setur handan hav.
Gud gevi, at vit savnast øll
tann dag í tíni himnahøll.

FavoriteLoadingGoym tekstin