Mong so sorgarbundin eru, standa ivandi

Orð og lag: Seth Sykes
Týtt: Hákun Djurhuus
Upprunaheiti: I’m acquainted with the author

1. Mong so sorgarbundin eru, standa ivandi, tá tey
lesa, hvat ið skrivað verður nú í dag
móti Bíbliuni kæru, sum er Orð Guds, lívsins breyð,
men eg ivist ei, og eg kann vitna tað:

Niðurlag: Orðsins høvund væl eg kenni, og tí veit eg, satt tað er,
í vanda, sorg so trygg ein borg, mær troyst og gleði ber.
Nú eg elski hetta orðið,
tað mín hellugrund er vorðið,
Orðsins høvund væl eg kenni, álitsvert tað er.

2. Satt um øldir roynst tað hevur, og tað ævigt standa skal,
sjálvt um mangur hevur vrakað tað í dag,
Harrin Jesus – hann er Orðið, tað eg líti á fullvæl,
trúvert er tað tí, og eg kann vitna tað:

3. At Guds dýra orð er próvfast, vil eg øllum boða frá,
eg vil tala, biðja, syngja hvønn ein dag,
inntil Frelsari mín kemur, hann, sum doyði krossi á,
og meg taka skal heim í sín ljósa stað.

FavoriteLoadingGoym tekstin