Mong til heimin sær venda og har søkja frið

Orð og lag: Gladys Gale Alvi
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Mong til heimin sær venda og har søkja frið,
men til fánýtis søkja tey har;
ei tey leita til Jesus, sum kann veita teim frið,
tí at eingin Guðs Orð teimum bar!

Niðurlag: Gert tú tað, sum tú kanst, berst tú teimum eitt orð
um at Jesus kann alt gera væl?
Rætti tú teimum hond,
bant um sárini vánd,
roynt at koma við tey uppá tal?

2. Kann væl Hirðin hin burtvilsta seyð líta í
tínar hendur at leita upp teir?
Eigur tú onga troyst? Sært tú neyð teirra ei?
Ert tú fúsur at uppsøkja teir?

3. Jesus elskar tey so, fyri tey gav sítt lív
fyri frelsu at vinna til tey!
Elska vit Hann tað sama, breiða út Hansar’ ljós,
so í okkum Hann síggja nú tey?

FavoriteLoadingGoym tekstin