Monopolhandilin í Føroyum

Orð: Jógvan Dánialsson
Lag: C.M. Bellman

1. :,: Lýð’ á ljóðið :,:
Føroya fólk so blíð,
potið burt úr oyra, so tit fáa at hoyra,
:,: hvussu til gekk :,: í tí fornu tíð.

2. :,: Monopolið :,: Føroya handil var,
einans tíð um árið, helst var tað á vári,
:,: farmaskipið :,: vørur higar bar.

3. :,: Handilshúsið :,: bygt á Havnargrund;
føroyingar allir, unglingar og kallar,
:,: stevna ferðir :,: á tann handilsfund.

4. :,: Her í Føroyum :,: her var lítið skil,
her var stórur vandi, Gabel ráddi landi,
:,: alt má vera :,: sum hin gamli vil.

5. :,: Loynifarið :,: her lá fult við breyð’;
eingin tordi leypa føði sær at keypa,
:,: um hann so leið :,: størstu hungursneyð.

6. :,: Føroya fólkið :,: livdi ei við gleim;
bert ein seldi vøttin, so fekk hann ta hóttan:
:,: “Tú skalt missa :,: óðal, hús og heim!”

7. :,: Her skal greinast :,: frá tí handilsferð,
fólk úr bygdum øllum undir Føroya fjøllum
:,: heyst og vetur, :,: vár og summar ger.

8. :,: Lýsikíkar, :,: skipsmanstroyggja og par,
fiskabuntið stóra, hetta tingið fjórða,
:,: alt skal laðast :,: inn í sama far.

9. :,: Morgun snimma, :,: óttu fyri dag,
mannast menn til árar yvir brattar bárur,
:,: tungt man falla :,: mangt eitt áraslag.

10. :,: Vegur líður, :,: nú sæst fyri stavn;
tí er mangur maður fróur og so glaður,
:,: tá teir síggja :,: Tinganes í Havn.

11. :,: Harðar hendur :,: fata fast um stavn;
snarliga teir leypa, lítlan munn sær keypa,
:,: so at skriva :,: inn í bók sítt navn.

12. :,: Fólkið stimar :,: nógv í Havnar gongd,
innan handilshurða, har í krambadurum
:,: var so mikil :,: mannafjøld og trongd.

13. :,: Heilar vikur, :,: ofta hendi tvær,
fólk í Havn má liggja, handilsvørur tiggja,
:,: umframt gjalda :,: pening fyri tær.

14. :,: Har skal sýnast :,: fram til dóms og tak,
skipstroyggja og hosa dreivast upp úr posa;
:,: nógv man ofta :,: metast fyri vrak.

15. :,: Hosutakar’ :,: svarar stolt og mutt:
“Lætt man troyggjan vera, sum tú fram manst bera,
:,: langa parið :,: metist fyri stutt.”

16. :,: Pør og troyggjur :,: metti fyri vrak,
tók so reyða kritið rætt sum í ørviti,
:,: og hann ritar :,: upp á troyggjubak.

17. :,: Grima merkið :,: troyggjan á seg fekk.
Stóra dupult V-ið, miðja nátt sum degi
:,: mundi síggjast, :,: hvar um leið ein gekk.

18. :,: Ikki betur :,: øðrum sinni gekk:
fiska- og lýsitakar’ dúgliga hvør vrakar,
:,: nógv var mikið, :,: fólk í nasar fekk.

19. :,: Fólkið mutlar: :,: “Hvat skal gerast nú?
Lítið man tað bagga, latum okkum ragga
:,: inn í kongsins :,: stóru leigubúð.”

20. :,: Búðarmaður :,: – uttan nakað kjak,
– tá var fólkið fegið sum á ljósum degi, –
:,: tá hann tekur :,: hetta nógva vrak.

21. :,: Heimafólkið, :,: einhvør ætla kann,
leingi hevur bíðað, langtar fram til tíða,
:,: nær ið koma :,: havnarbátur man.

22. :,: Fólkið væntar, :,: eingin bátur sæst;
dagar eru langir, búkar tíðum svangir,
:,: áðrenn nakað :,: til at bíta fæst.

23. :,: Men umsíðir :,: broyttist henda tíð,
aðrar tíðir runnu, frælsir menn sær vunnu
:,: meira ræði :,: Føroya landi í.

24. :,: Garpur reystur :,: boðar monnum frá:
“Vaknið upp úr dúri, liggið ei og stúrið;
:,: eg vil leggja :,: tykkum bróðurráð.

25. :,: Her má bjóðast :,: hart og mikið stríð,
liggið ei við toli í tí myrka holi,
:,: sum tit lógu :,: í so langa tíð!”

26. :,: So fell røðan :,: við hin fyrsta fund,
harðigt var tað møtið har á fríðu fløtu.
:,: Mótitakið :,: hart var somu stund.

27. :,: Fram varð hildið :,: á tann sama hátt,
so varð røtt og skrivað, eygu fór at riva.
:,: Dagur tektist :,: frá tí myrku nátt.

28. :,: Fólkið leingi :,: svav í dúri fast,
átjanhundrað fimti fimm, so leingi dimti,
:,: tá umsíðir :,: trælabandið brast.

29. :,: Somu stundum :,: boð fór yvir hav.
Tøkk so veri kongi, ei læt bíða leingi,
:,: fyrr hann okkum :,: frían handil gav.

30. :,: Gleðin kveiktist :,: á tí somu stund,
alt man væl til ganga, handil á hvønn tanga;
:,: fríur handil :,: kom á Føroya grund.

31. :,: Væl so hevur :,: gingið nú í hond,
stórur skipafloti hevur veg sær brotið,
:,: vinnuvegir :,: søkt við onnur lond.

32. :,: Er nú ikki :,: her umskipað nógv?
Beint á veg varð funnið, Føroyar hava vunnið
:,: vinning stóran :,: bæði á land’ og sjógv’.

FavoriteLoadingGoym tekstin