Morgindagin eg ei kenni, fyri mær hann fjaldur er

Orð: Ira F. Stanphill
Týtt: Kajfinn Hammer
Viðmerking: Týddur í desember 1999.

1. Morgindagin eg ei kenni, fyri mær hann fjaldur er,
og eg seti ei mítt álit á ein dag, ei komin er!
Men eg veit, at Hann sum telur mær á høvdi hvørt eitt hár,
Hann vil syrgja fyri øllum dag um dag og ár um ár.

Niðurlag: Morgindagin eg ei kenni, kanska best at so tað er,
men eg kenni Ein, sum veit tað, tað er Hann, meg uppi ber.

2. Fyri hvørt eitt fet, eg stígi, málið gerst mær meira kent,
tí har náðisólin skínur tap til sigur verður vent.
Um á vegnum fram eg óttist fyri leið um ótekt lond,
sigur Hann: Ver ikki stúrin, hvíl bert trygt í Míni hond.

3. Hvat kann framtíðin væl bera, sum ei Jesus kennir til?
Skal eg spottast ella fagnast? Lat tað verða sum Hann vil!
Hann meg kallaði og frelsti, ja, Hann kennir væl mítt navn,
kanska vakni eg í morgin trygt í dýrdarinnar havn!

FavoriteLoadingGoym tekstin