Morgun er komin

Orð: Elanor Farjeon
Lag. Bunessan (hymn tune)
Týtt: Edvin H. Niclasen
Upprunaheiti: Morning has broken
Viðmerking: Upprunaliga yrktur í 1931.

1. Morgun er komin, svunnin er náttin
sum fyrstu ferð tá sólin hon skein
tøkk fái dagur, fyltur av ljósi
tøkk fái jørðin, ið gjørdist várt heim

2. Vakurt er regnið, vænur hvør dropi
sum tá ið døggin jørð legðist á
tøkk fái vindur, ið teskar í gørðum
kveikir til lívs, alt, ið Gud gongur hjá

3. Vár gjørdist morgun, vár gjørdist náttin
sum fyrstu ferð í Eden tey gá
tøkk fái lívið, ið syngur á degi
nýskaptan dag av Gudi vit fá

FavoriteLoadingGoym tekstin