Morgun millum fjalla hoyrist løk og á

Orð: B. E. Posse
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Morgun millum fjalla
hoyrist løk og á
móti hellu falla,
tutla keldu frá:
– Guð er nær!

2. Sí, nú myrkrið dragnar,
vellir ljósins flóð;
líðin grøna vaknar,
syngur morgunljóð:
– Guð er nær!

3. Lítla lambið káta
lívligt spælir sær,
fuglarnir teir láta,
syngja: Guð er nær!
– Guð er nær!

4. Til Guð tín hug lat fara,
sum veg Sín kennir tær;
lat tín lovsang æra
Guð, sum er so nær!
– Guð er nær!

FavoriteLoadingGoym tekstin