Morgun

Orð og lag: Martin Joensen
Viðmerking: Yrktur í 1985.

1. Morgun og nýføddur grátur.
“Vælkomin lítli, stíg inn
í henda heimin sum gestur,
kanska tú dvølur eitt bil.

2. Um tú vilt korini vita ?
– Best at eg sigi sum minst.
Tó eingin veit, um júst títt lív
skapt er til eydnu og ljós.

Ábyrgdini á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit.

3. Heimurin fyri tær opin
kannar teg gjølla og væl.
Merktur av ringastu royndum.
Býður tær kortini sess.

4. Men tú eigur dagin og ljósið,
tú eigur náttina við,
tú eigur stjørnurnar allar,
tú eigur rættin til frið.

5. Viljin er sterkasta svørðið,
bítur á harðasta stál.
Vónin er bjartasti brandur,
lýsir tær veg fram á mál.

Ábyrgdini á tínum herðum,
gáva frá okkum til tín.
Byrða, ið tung er at bera,
ber hana betur enn vit.”

FavoriteLoadingGoym tekstin