Morgunflog

Anker Eli PetersenTerji Rasmussen
Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen

Bláa stjørnuljósið – speglast gjøgnum gluggan
leggur perlur í títt hár
dansar spælandi sum morguntár
inn í svøvnin inn í sinnið
Vekir kenslur upp – læandi og reinar
sum eitt frískligt summarlot
tankar flúgva eins og stjørnuskot
fevna um tín anda – leggjast á títt mjúka hold

Og við tær
sigli eg avstað
út um hugans sker
út í lotið – út har gleðin er
læandi – sveimandi við tær

Gjøgnum bylgjubrot – út á bláar víddir
ferðast handan heimsins tjøld
har ein løta varir heila øld
har ið holdið frøðist – úti har ið sálin lær

Tí við tær
sigli eg avstað
út um hugans sker
út í lotið – út har gleðin er
læandi – sveimandi við tær
læandi – elskandi við tær

FavoriteLoadingGoym tekstin