Morgunin komin

Uni Arge
Orð og lag: Uni Arge

Tað hevur regnað stútt í alla nátt
og eg fekk ongan søtan blund
ongin kom á mína gátt
á míni hvíldarstund

Eg lá og stardi her og tonkti alt
og helt tað vera synd í mær
hevði hon ein annan valt
og var tað har hon var

Men nú er morgunin komin
og sólin skínur
alt í besta blóma er
nú er morgunin komin
og fuglar syngja
gott at hon er aftur her

Hon liggur nú og svevur her hjá mær
og bara hon veit hvar hon var
tá hon vaknar sær hon brátt
hvør ikki svav í nátt

Men hon teskar til mín góði tú
ei meira skalt tú stúra nú
kanska var eg nakað sein
men eg valdi bara ein

Nú er morgunin komin
og sólin skínur
alt í besta blóma er
nú er morgunin komin
og fuglar syngja
gott at hon er aftur her

Nú er morgunin komin
og sólin skínur
alt í besta blóma er
nú er morgunin komin
og fuglar syngja
gott at hon er aftur

FavoriteLoadingGoym tekstin