Móses fólk Guðs leiddi

Orð og lag: Jeff Gibson
Týtt: Ingolf Rasmussen
Viðmerking: Týddur 18. november 1999.
Upprunaheiti: Canaanland is just in sight

1. Móses fólk Guðs leiddi,
vegin teimum greiddi
yvir oyður, gjøgnum nátt;
tá tey vildu venda,
Móses bað tey ganga,
Kánansland vit síggja brátt.

Niðurlag: Har ei sorg vit minnast,
har vit saman finnast,
koma fram so við og við;
mjólk og hunang fáa,
har vit loksins náa,
Kánansland vit síggja brátt.

2. Ferðast vit um líðir,
upp um fjøll umsíðir,
falla mugu ei í fátt;
eins og Móses verða,
mótloysi ei bera,
Kánansland vit síggja brátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin