Mót, áh, bróðir, snáva ikki

Norman MacleodJohn Bacchus DykesVictor Danielsen
Orð: Norman Macleod
Lag: John Bacchus Dykes
Týtt: Victor Danielsen

1. Mót, áh, bróðir, snáva ikki,
er enn bæði myrkt og bratt!
Eyðmjúk sál eitt ljós skal síggja –
lít á Gud og ger so rætt!

2. Veitst tú ei, hvønn veg tað gongur –
leiðin ósløtt, myrkrið tætt –
framá! Sterkur ella veikur:
Lít á Gud og ger so rætt!

3. Burt við falsi, burt við snildum,
burt alt hált og tómt og lætt!
Um í tapi, um í vinning,
lít á Gud og ger so rætt!

4. Lít ei partar á og flokkar,
slíkt, sum ongum hevur batt,
men í orðum og í verki
lít á Gud og ger so rætt!

5. Ikki lít á egnar lystir –
í ta grøv so mangur datt,
ei á vøkur orð og siðir –
lít á Gud og ger so rætt!

6. Svikleys ráð og vegur beinur,
sálin sterk og hjartað lætt,
stjørna bjørt á døprum leiðum:
Lít á Gud, og ger so rætt!

7. Hat frá summum, rós frá summum –
ansa ei, men stillur statt,
doyggj frá manni, hygg mót Himli,
lít á Gud og ger so rætt!

FavoriteLoadingGoym tekstin