Møtast vit, har bylgjan tigur

Orð: Horace Lorenzo Hastings
Lag 1: Elihu S. Rice
Lag 2: G.H. Bates
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Shall we meet beyond the river

1. Møtast vit, har bylgjan tigur,
hinumegin deyðans flóð,
har sum sløkt er sorgin sára,
har sum hvíla hjørtu móð?

Niðurlag: Møtast vit, møtast vit,
møtast vit, har bylgjan tigur,
møtast vit, har bylgjan tigur,
hinumegin deyðans flóð?

2. Skulu vit, tá ferðin endar,
síggja ljósu Himmallond,
møtast har og kasta akker
við ta bjørtu, føgru strond?

3. Møtast vit í staðnum hinum,
sum av krystal bygdur er,
sum við gull og jaspis glitrar,
Harrans egna merki ber?

4. Har hin søti hørpusláttur
og hitt vakra gleðilag
ljóðar gjøgnum høgu hallir,
tónar um hin gylta stað?

5. Skulu vinir har vit hitta,
sum vit sára syrgdu her,
hoyra kærar, kendar røddir
syngja blítt: Vælkomin ver!

6. Skulu vit, tá Jesus kemur,
honum møta frelst og frí,
síggja glað hans ásjón mildu,
koma tá hans ríki í?

FavoriteLoadingGoym tekstin