Møtast vit, tá lív er liðið, hinumegin Jordaná

Orð: Horace C. Hastings
Týtt: Edmund í Garði

1. Møtast vit, tá lív er liðið,
hinumegin Jordaná,
og við frelstum finna bústað
allar ævir Guði hjá?

Niðurlag: :,:Møtast vit:,: frelst á Lívsins Ljósu Strondum,
har øll jarðarneyð og syndin er í allar ævir av?

2. Møtast vit í Halga Staðnum,
fram við Lívsins reinu Á?
Har ei verður nátt og myrkur,
Guð er sjálvur Ljósið tá.

3. Har tey endurloystu syngja
Guði lovsong hvønn ein dag
frammi við Guðs Dýrdartrúnu,
tí tey náddu Lívsins Stað.

4. Møta vit har teimum kæru,
sum her fóru okkum frá,
í Guðsdýrdini tey hoyra
nevna oss við navni tá?

5. Tá ið Harrin Jesus kemur,
møta vit tá Honum glað,
tí vit høvdu her á foldum
Hansar ríku frelsu sæð?

6. Ja, um bert vit fevna faldin
av Hans kappa her á fold,
vovin av Hans Orð’ og dópi,
vín og breyði – Jesu hold!

7. Ja, um her vit Honum tæna,
stíga í Hans hirðaspor,
tá vil Hann av náði bjóða
okkum til sítt Kongaborð.

Niðurlag: Tá vit glað, tá vit glað,
møtast frelst á Lívsins Strondum,
har øll jarðarneyð og syndin
er í allar ævir av.

FavoriteLoadingGoym tekstin