Móti nýggjum málum

Orð og lag: Uni Arge

So var løtan komin
hon fekk boð og fór avstað
runnu tár á kinnum
tað var tungt men hon var glað
sloppin úr tí hafti
sum hon vovin var inní
mist alt tað hon hevði hjá sær
men nú er hon frí

Gongur leiðin móti nýggjum málum
hvør veit hvar hon fer
kanska ongin veit og hon ei heldur
men hon veit hvør hon er
hvat var tað sum hendi spyr hon
fær hon nakað svar
okkurt var sum vendi veit hon
tað er tað hon sær

So var stundin komin
og tað tosa tey so um
hvat skal hon teimum svara
alt er farið afturum
vendist ikki aftur til ta gleði
sum hon fann
so hon tók ta støðu
at hon sjálv skal halda fram

Leitar hon í móti nýggjum málum
hon hómar hvar hon fer
kanska onki eydnast kanska alt
tann ivan hon í sær ber
onkur fór og er ei longur
sum var henni nær
men farið er alt tað sum fór
hon slepti tí sum var

FavoriteLoadingGoym tekstin