Móti vári

Hans Andrias Djurhuus
Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Knút Olsen

1. Tá várið aftur grønkar lond,
og loftið litar havið blátt,
so veit eg, alt vil venda
sær á ein annan hátt.
Tá næla skal tað, nú er fjalt,
tað nú er stirvið, deytt og kalt.
Eg veit, at tá vil vakna
úr tungum dvala alt.

2. Sól lysa skal um kringin vítt
og verma nálir, gleða sinn,
og fagrir tankar skulu
í barmin sveima inn.
Tann kensla, sum nú horvin er,
skal koma aftur aðra ferð,
og sunnanlotið lýggja
skal roða bleikan kinn.

3. Tí vár er lív – og lív er ríkt,
og sólin kveikir lívsins mátt,
hon styrkir allar sálir
og grøðir alla sótt.
Hon okkum føra saman skal,
eg kenni tað – eg veit tað væl,
tí hon fær øll at gloyma
alt jarðarbundið smátt.

4. Og havi eg ei sagt tær tað,
so veitst tú væl, eg elski teg;
tí tað so manga løtu
tær søgdu eyguni. –
Tá fold er grøn, og lot er lýtt,
eg teski tað í oyra títt,
tí fáur skal tað hoyra,
bert tú og sjálvur eg.

5. Tá loftið litar havið blatt,
og sólin hitar jarðarlond,
og blíðar bárur leika
um fagurt skrýddu strond,
so vendist alt á annan hátt,
so veit eg, alt skal verða gott,
tí sólin hon er vársins
hin ljósa kærleiks ond.

FavoriteLoadingGoym tekstin