Motiónsvísa

Lag: Rulla de rulla…

Vit sita við borðið og eta og drekka
og fylla vár kýk, so hann er til fortreð.
Tað hjálpur eitt vet, um til síðis vit rugga,
arm undir arm tú og so eg.
til høgru, til vinstru…

Tað hjálpti ei nokk, ein skal hoyra tað braka
ígjøgnum hvønn lið, rætt nú hond yvir borð’,
meðan tit hart syngja við hesi orð:
vit boyggja og strekkja…
So frálíkt, so frálíkt vit skulu nú royna
– um gjørligt – at standa, tað er ikki lætt.
Vit reisast og sessast, tað skulu vit venja
bert ellivu ferðir á føtur og statt!
vit reisast og sessast…

Tað hjálpti ov lítið á bildekkabúkin,
tí krevst at vit royna knæ-boygg og strekk.
Far aftur um stólin og tak so í ryggin,
í ryggin á stólinum, boygg so og strekk.
niður og uppaftur…

Ímeðan vit tiva, skal tungan, jú, liva
men samtíðis hyggja vit niður og upp, –
Og snari so høvdið til høgru og vinstru
og filmar tú kanska, gerst kvøldi eitt kupp.
hygg niður, hygg upp, hygg til høgru, til vinstru…

At enda skal armurin styrkjast eitt sindur
vit taka várt glas, heilsa runt – uttan skrál.
Tá daman til høgru og vinstru er heiðra
gott veitsufólk verið, hey og so skál!
Rulla di rulla…

FavoriteLoadingGoym tekstin