Motorar

Orð: Hans Andrias Djurhuus
Lag: Leifur Tróndarson

1. Svartir í erva við hvítari gron móti stormi teir snýsa,
sigla úr vági, á landinum ýtini miðini vísa,
skera so lættliga streymin, sum fram seg við strondini skorar;
syftast av aldu á aldu teir fúkandi skjótu motorar.

2. Har sum við róðrarbátum teir trúliga sjaggaðu mangan,
stevna teir fram meðan hjómið tað hvíta teim kínir um vangan,
og teir skera seg tvørtur ígjøgnum alt tað, ið forðar,
boða frá frama og góðari veiði teir sterku motorar.

3. Gamalt er grivið, nýggj tíð er komin, og nýggjari kemur,
væl kann tað vera, at onkur so sárt um hitt farna seg gremur,
minnist tá bátarnir syngjandi aftur av havinum róðu
og eins og brøður, tá veiðin var tilgjørd, á lunnunum stóðu.

4. Tó, lat tað hvíla í friði, sum alt hevur grøvina funnið,
lítið er tapið at rokna, tá túsundfold meiri er vunnið.
Veiðin er størri, sleipið er minni, meira á borðum,
nú ið teir sigla til miðis við fúkandi skjótum motorum.

5. Ræðsla á djórunum: dikst undir kav fer bóltandi nísa.
Svartir í erva við hvítari gron móti stormi teir snýsa.
Manningin gleðist, tá glintini gella og bergini svara,
langt út til havs, út á grunnarnar ríku motorarnir fara.

FavoriteLoadingGoym tekstin