Møttust vit á Penny Lane

Orð og lag: Heri Nolsøe
Viðmerking: Yrktur í 2007.
Ensk týðing

Møttust vit á Penny Lane,
ein summardag í Liverpool.
Sungu Wanna hold your hand
With a little help from my friend.

Gingu vit ein túr í Strawberry Fields
Ah a ah – uh a ah
Blackbird sang eitt vakurt tónalag,
Uh a ah – ah a ah.
Penny Lane – Misery og Rain
Kveiktist ein neisti her
Og fór um alla verð.

Sigldu fram við Mersey Side,
so spegilsblankt og luftin heit.
Í barmi bylgdist farin tíð,
tá nýggir tónar tónar fyltu bý.

Gingu vit ein túr í Strawberry Fields
Ah a ah – uh a ah
Eleanor Rigby funnu vit ei,
Uh a ah – ah a ah.
Penny Lane – Misery og Rain
Kveiktist ein neisti her
Og fór um alla verð.

Kaleidoskopiskt sýn,
úr øllum ættum kom til tín.
Eitt psykodeliskt sjokk,
við beat og rytm’n blues og rock.

Gingu vit ein túr í Strawberry Fields
Ah a ah – uh a ah
Blackbird sang eitt vakurt tónalag,
Uh a ah – ah a ah.

Penny Lane – Misery og Rain
Kveiktist ein neisti her
Og fór um alla verð.
Penny Lane – Misery og Rain
Kveiktist ein neisti her
Og fór um alla verð.

FavoriteLoadingGoym tekstin