Músadansur

Terji Rasmussen
Orð og lag: Terji Rasmussen

Vælkomin harra mús og frú
kom og trín í dansin nú
Tað er einki at ræðast her
kettan hon er mett og væl sett…

Komið nú við – lið um liðí
í okkar’ kettudansi
Dansið nú við – tit fáa frið
tí kettan vinur okkar’ er

Ketta, mýs og annað slag
dansa runt í góðum lag
Hóast vit ei eru lík
kunnu vit væl vera saman…

Fegin og glað – hvønn ein dag
uttan klandur og stríð
Dansa vit runt – tað er sunt
lat okkum dansa allan dag

FavoriteLoadingGoym tekstin