Músasangurin

Orð: Anker Eli Petersen og Terji Rasmussen
Lag: Terji Rasmussen

Músin býr á Sandagerði
spælir úti hvønn ein dag
Músapápin er ein knassi
og hann er í góðum lag

Músamman bindur klæðir
brúkar grátt og morreytt garn
Bindur smáar músavøttir
til sítt lítla músabarn

Alt er gott og hugnaligt
her í hesi músaverð
Altíð lív og eingin vandi
eingin ketta trívist her

Músabørn og músavaksin
spæla sær um hvítan sand
Varnast ikki gamla fressin
ið komin er til teirra land

Alt er gott og hugnaligt…

FavoriteLoadingGoym tekstin