Mussisjúk

Eivør
Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

1. Hansara varrar bleytar og blíðar
Fagrari harri aldri mær bíðar
Og ongantíð møtti mær tunga so mjúk
Ella eri eg bara mussisjúk

2. Hansara varrar mær eru ein gáta
Tær kyssa uppá ein heilt annan máta
Og ongantíð møtti mær tunga so mjúk
Ella eri eg bara mussisjúk

3. Hansara varrar gerða meg villa
Lokka meg nærri og kitla meg illa
Og ongantíð møtti mær tunga so mjúk
Ella eri eg bara mussisjúk

4. Man eg nú nakrantíð fara at vita
Ella so má eg so barasta gita
At varrar og kossur ein kensla so mjúk
Oh eg eri helst bara mussisjúk