Mykines

Heri NolsøePaul McCartney
Orð: Heri Nolsøe
Lag: Paul McCartney (Mull of Kintyre)
Viðmerking: Yrktur í samband við, at renni- og gongufelagið í Havnar Bóltfelag gjørdi útferð til Mykinesar 3.-5. juli 2009.

Mykines – hin stórsligna oyggin,
so grøn og so prúð,
ein náttúruskattur,
ein perla á jørð.

Her vesturi er fagurt,
her vesturi er frítt,
alt havið tað speglast og smílist so blítt,
her súlurnar láta og fara á flog,
vælkomnir – vælkomnir til Mykines.

Mykines – hin stórsligna oyggin,
so grøn og so prúð,
ein náttúruskattur,
ein perla á jørð.

Veturin dundrar og bergið er svart,
brimduni buldrar við strondina hart,
dagurin stuttur og náttin er long.
úr fjøllunum hoyri eg drynjandi song.

Mykines – hin stórsligna oyggin,
so grøn og so prúð,
ein náttúruskattur,
ein perla á jørð.

Sansafult vesturhav glógvar í sól,
her súlurnar reiðrast og gera sær ból,
landið nú aftur til reiðar seg ger,
nú himinin bláur og summarslitt er.

:: Mykines – hin stórsligna oyggin,
so grøn og so prúð,
ein náttúruskattur,
ein perla á jørð.::

FavoriteLoadingGoym tekstin