Myrk var hin stund, Getsemane

Orð: Richard Slater
Lag: Stephen C. Foster
Týtt: Petur William Háberg

1. Myrk var hin stund, Getsemane,
tá har á náttartíð
í angist Jesus fyri meg
tók dómsins, deyðans stríð.

Niðurlag:
Hoyr, hoyr hann biður,
stríðir fyri meg,
djúpt í angist boygdur niður –
Jesus í Getsemane!

2. Tá tímin kom, øll sviku hann,
so eina har hann stóð,
og sveittin av hans enni rann,
fall niður eins og blóð.

3. Av øllum eingin vinur var
hjá honum hesa stund,
men sendiboð av Himli bar
tó troyst til trongdu lund.

4. Hin táralind, hitt dýra blóð,
áh, sál á lívsins veg.
Tað er tann dýrabara flóð,
sum frelsir teg og meg!

FavoriteLoadingGoym tekstin