Myrka nátt

Signar í Homrum
Orð og lag: Signar í Homrum

Sært tú allar myrkar skuggar,
sum goyma seg í nátt
Tevja allar duldar kenslur,
sum dagur hevur átt

Tokan tungt seg leggur,
køvir vit og skil
Tá alt í einum rúsi,
tú veit ei hvat tú vil

Tá tað lýsir fyri degi
er tú tann sama sum í gjár
Sum myrkrið ræðist ljósið,
sum vetur ræðist vár

Myrka nátt
Myrka nátt

Ein sólargeisli brennir,
tína bleiku naknu húð
Trilvandi tú leitar,
at finna vegin út

FavoriteLoadingGoym tekstin