Myrkur, kvøl og háð

Orð og lag: Stuart Townend og Keith Getty
Týtt: Jógvan Zachariassen

1. Myrkur, kvøl og háð
sárt teg nívdu, tá
Kristus, tú gekst mót Golgata.
Bardur har tú varð,
allan dómin bar,
negldur til krossins træ.

Niðurlag: Krossfestur fyri meg,
løgd mín synd varð á teg.
Øll mín skuld strikað varð;
eg loystur standi við tín kross.

2. Áh, sum pínan har
í títt hjarta skar,
tá ið tú boygdur bart mítt bann.
Hvør ein skemdargerð,
orð, sum særdu her,
krýndu títt andlitsbrá.

3. Dagsljós flýggja má,
jørðin skelvur, tá
Skaparin boyggir høvur sítt.
Tjaldið rivið varð,
deyðin sligin har.
„Fullgjørt!“ Hoyr sigursróp!

4. „Sál mín, navn títt sí
Jesu sárum í!“
Við Jesu deyð vit eru frí.
Ævigt lív hann ber,
deyðin deyður er,
fullgjørt Guds frelsuverk.

FavoriteLoadingGoym tekstin