Myrkur yvir foldum bølir

Orð: Th. W. Oldenburg
Týtt: Salomon J. Joensen

1. Myrkur yvir foldum bølir,
andar knýta trælabond,
mong ein sál í ræðslu følir
deyðans døpru, tungu hond;
tó í hesi sváru neyð,
hjartatrongd og sálardeyð,
er ei nakað, sum kann grøða,
ei ein glotti frá tí høga?

2. Jú, eitt faðireyga skoðar
yvir alla jarðarneyð,
jú, eitt ljós á himni logar
klárt sum sólin purpurreyð;
tí í Jesu Kristi navn
finnist bót og frelsuhavn,
mitt ímillum deyðans skuggar
Jesus Kristus okkum uggar.

3. Fíggindar hann týnir allar
brátt við síni veldishond,
hirðin síni fylgi kallar
heim til síni føgru lond,
til sítt hús og til sítt orð,
har tey mettast við hans borð,
hann tey føðir og tey klæðir,
veitir lívd teim, friðarfaðir.

4. Komið øll, ið stúrin leita,
komið í hans faðirfavn,
Jesus vil tær ugga veita,
hann, ið kennir væl títt navn;
hann, ið hevur leinkjur loyst,
takið við hans ríku troyst,
hann, ið bar ta tyngstu byrði,
hann er heimsins góði hirði.

FavoriteLoadingGoym tekstin