Myrkursins náði

Orð og lag: Eivør Pálsdóttir

Í dag hava fuglar ei sungið eitt lag.
Tað var, eins og slóknaði sólin í dag,
og jørðin, hon helt uppat við at mala
og børnini hildu uppat við at spæla.

Stjørnurnar duttu allar niður av himni,
pg mánin, hann fánaði burtur og inni.
Í stovuni míni ei hoyrdist eitt ljóð,
í myrkursins djúpastu náði eg stóð.

Myrkursins náði,
myrkursins náði,
myrkursins náði fevndi meg,
fevndi meg.

Henda løtan, hon dró meg til ógingnar gøtur
til heimsins byrjan og til lívsins djúpastu røtur.
Og myrkrið var hvørki ónt ella kalt,
nei, myrkrið var ei enn blivið ónt ella kalt

Tað einasta, eg hoyrdi, vóru undarlig ljóð,
men so føgur og rein og so yndislig ljóð,
og einki var endað, og einki var byrjað,
og einki var sjónligt, og einki var hyljað.

Myrkursins náði,
myrkursins náði,
myrkursins náði fevndi meg,
fevndi meg.

Myrkursins náði,
myrkursins náði,
myrkursins náði fevndi meg,
fevndi meg.

FavoriteLoadingGoym tekstin