Náði so undurfull Himli frá

Orð: Julia H. Johnston
Lag: Daniel Brink Towner
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Grace greater than our sin

1. Náði so undurfull Himli frá,
náði, sum syndaleinkjurnar breyt,
vunnin varð Golgata krossi á,
tá ið hitt sakleysa blóðið fleyt.

Niðurlag: Náði, náði,
náðin, hin æviga lívsins lind.
Náði, náði,
náðin er størri enn øll mín synd.

2. Vónloysi, synd sum ein ótamd flóð
sál mína hótta, ræðist eg tá?
Náðin so endaleys, rík og góð,
Jesusar krossdeyða peikar á.

3. Ómáld er náðin, ei metast kann,
ókeypis er hon, fæst bert við trúgv.
Tann, sum í Jesusi frelsu fann,
vann sær í Himmalsins høllum búgv.