Náði

Orð og lag: Engelbert Sigurdson

Á náðinnar trónu eg siti
og syngi um Harran, mín Kong.
Tad æviga lívið Hann vann mær
á Golgata krossi hin dag.

Hann sigraði á deyðans veldi,
reis upp og til Himmals Hann fór.
Og skjótt vit í skýnum Hann síggja
vid miklari mátt og við gleim.

Hann tekur meg heim í sítt Ríkið,
har lovsongur ljóðar so væl.
Tann hvítklæddi skari har syngur
til Jesus, mín Harra og Kong.

Og gævi at tú kundi sungið
um Jesus mín Harra og Kong.
Hann bíður tær nú, kæri vinur.
Hann ofraði alt fyri teg.

Ver við í tí hvítklædda skara!
Hví drála nú Hann bíður tær?
Tann æviga gleðin tær bíðar.
Kom syng um vár Harra og Kong.

FavoriteLoadingGoym tekstin