Náðiboðið frítt nú ljóðar

Orð og lag: William A. Ogden
Týtt: Jákup Olsen

1. Náðiboðið frítt nú ljóðar,
signað boð til sálir móðar,
frið og frelsu Harrin bjóðar,
Jesus Kristus frelsa kann.

Niðurlag:
Syng og vitna, har onkur tað hoyra kann,
syng og vitna, har myrkur á ljósi vann,
vitna, har sum vónin svann:
Jesus Kristus frelsa kann!

2. Glaða ljóð til tyngda hjarta!
Víkja burt skal myrkrið svarta,
tendrast frelsuljósið bjarta;
Jesus Kristus frelsa kann!

3. Kom, nú Harrin er at finna,
kom, nú Andin teg man minna!
Synd og neyð tá burt skal svinna;
Jesus Kristus frelsa kann!

FavoriteLoadingGoym tekstin