Náðidjúpið er hjá tær

Orð: Charles Wesley
Týtt: Edmund í Garði

1. Náðidjúpið er hjá tær,
Jesus, sessur fyri mær?
Eg, sum gekk mín egna veg,
Jesus, kanst tú náða meg?

2. Eg stóð tíni ond ímót,
troddi boð títt undir fót,
viltist burtur langt frá tær,
er so rúm enn fyri mær?

3. Á, mín sál er køld og deyð,
eigur bara synd og neyð!
Kann eg koma fram til tín,
hevur tú ein sess til mín?

4. Náðidjúpið! er hjá tær,
Jesus, sessur fyri mær?
Elskar enn meg, Harri tú,
sum eg eri, tak meg nú!

FavoriteLoadingGoym tekstin