Náðin frá tær

Orð og lag: James Rowe
Týtt: Victor Danielsen

Djúpt í synd eg sokkin var,
skuldin, hon tyngdi meg;
men tá stongd hvør leið var mær,
rópti um náði eg.
Hann, sum hóttir havið vilt,
hoyrdi mítt róp í neyð,
í mær, um meg alt varð stilt,
sum Jesus beyð.

Náðin frá tær
bjargaði mær,
tá hvør onnur leið var stongd,
tá vart tú nær.
Náðin frá tær
bjargaði mær;
tá hvør onnur leið var stongd,
tá vart tú nær.

Hóttir vandi, tyngir sorg,
ivast mítt hjarta møtt,
Jesu náði er mín borg,
hjálp hans, hon kemur skjótt;
hond hans eym er løgd á meg,
ljós verður dimma leið;
sær hann hop mítt sett á seg,
hann svíkur ei.

FavoriteLoadingGoym tekstin